Vit veita tænastu til privat, stovnar og vinnur í ynskja at keypa ella selja bil og harvið spara pening og tíð.
Ynskir tú at keypa ein bil - nýggjan ella brúktan?
Her taka vit fyrst eitt prát um hvat tað er tú ynskir og síðani verður núverandi marknaður kannaður um nakað er sum svarar til títt ynski.
Vit hava áhuga í at tú fært fyrsta prioritet og fært tað tú hevur brúk fyri uttan mun til hvør í selur ella hvat fyri merki bilurin er.
Tað er altíð kundin sum tekur endaliga avgerð men vit hjálpa við upplýsingum, fyrimunum og vansum í hvørjum vali.
Skal bilurin seljast?
Vit kunnu hjálpa tær við sølu av bilinum. Her er nógv sum kann gerast. Virði á bilinum verður mett útfrá standi og útsjónd og eisini vera ráð givin um hvat kann gerast fyri at skapa størri áhuga og møguliga hækka virði á bilinum.
Vit kunnu eisini taka myndir fyri teg og skriva lýsingartekst soleiðis at bilurin verður lýstur á besta hátt.